Border Collie

Áðrenn tú fær tær ein Border Collie

Stødd 

Hundur uml 53 cm høgur, tíkin nakað minni

Feldur
Stuttan ella hálvsíðan feld. Mest vanligi liturin er helst svartur og hvítur, tó eru aðrið litir ikki óvanligir, eitt nú brúnir og hvítir.

Uppruni
Border Collie er eftirkomari frá seyðahundum, ið vóru brúktir sum arbeiðshundar nær við greinsuna millum Skotland og England. Umleið 1870 var farið undir at skráseta og ala meira málrætta eitt hundaslag, sum vit í dag kenna sum Border Collie.
Tó var Border Collie ikki skrásettur sum hundarasa hjá FCI fyrrenn í 1984 (Danmark)
Flestu Border Collie, sum eru í Føroyum, eru skrásettir hjá ISDS, les meira um hetta á síðuni hjá Føroya Seyðahundafelag www.hundar.fo

Heilsa
Border Collie er vanliga ein frískur hundur, men kann hava ávísar eygna sjúkur, eins og mjarna- og alboga trupulleikar kunnu koma fyri.
Border Collie er ein sera harðførur hundur, og tað er tí ikki altíð at eigarin beinanveg sær á hundinum, um hann hevur onkran skaða.

Røkt
Krevur ikki so nógva røkt. Skal tó bustast av og á, oftari tá hann losar. Hevur nærum sjálvreinsandi feld, so ikki er neyðugt at koyra hundin í bað.

Sinnalag
Border Collie er vanliga ein vinarligur og sera klókur hundur. Hann kann tó hava trupult við at verða saman við øðrum hundum, tí er umráðandi at hann tílja lærir at verða saman við øðrum hundum.

Væl hóskandi til tann sum, hevur brúk fyri onkrum at reka seyð, ella til tann sum ætlar at brúka tað mesta av síni frítíð saman við hundinum, og kanska venja agility.

Ikki hóskandi til tann sum, vil hava ein hund, sum skal dáma allarbest at liggja uppi í sofuni og hyggja í sjónvarp.

So áðrenn tú fær tær ein Border Collie, skal tú fyrireika teg til ein ógvuliga arbeiðssaman og samstarvshugaðan hund, sum losar, meira ella minni, alt árið. Tvær ferðir um árið, losar hann eitt sindur verri. Hevur tú ikki eitt arbeiði ella avbjóðingar til tín Border Collie, so skal hann nokk sjálvur finna sær okkurt at gera. Mest vanligu sjálvskaptu arbeiðini hjá einum Border Collie eru at reka bilar, súkklur, rennandi fólk, børn, aðrar hundar, kettur, fuglar ja, alt sum flytur seg. Teir kunnu grava risastórar holur í havanum hjá tær. Teir kunnu brúka fleiri tímar hvønn einasta dag at bera tær træpettir og smásteinar. Ja, allir “óvanar” tú kann hugsa tær, kunnu verða sjálvskapt arbeiðir hjá einum arbeiðsleysum Border Collie.
Ein gongutúrur morgun og kvøld, og kanska ein hundagarður, er ikki nokk til ein Border Collie. Hetta er ein hundur, sum krevur so nógv meira enn so. Border Collie eru ikki føddir væl vandir. Sum allir aðrir hundar, skulu Border Collie venjast frá hvølpi av. Tá hetta er ein hundur, sum lærir ógvuliga skjótt, skal ein hava í huga, at hundurin lærir óvanar líka skjótt sum hann lærir tað vit ynskja hann skal læra. Tí er av stórum týdningi, at eigarin av einum Border Collie skjótt leggur seg eftir at venja burtur óynsktar vanar.
Hinvegin, hevur tú eitt gott arbeiði, og ríkuligt av avbjóðingum at bjóða tínum Border Collie, so fær tú ein hund, sum vil gera alt fyri teg.