Er tað klikka at klikkja ?

Hugleiðingar um venjing við klikkjara

Turid Thomsen 2017

Er tað klikka at klikkja ?

Eg veit tað ikki enn. Men klikkjarin er eitt sera viðurkent amboð í samband við venjing av hundum, hestum og øðrum djórum bæði í Europa og í USA.

Ein klikkjari er eitt lítið ting úr plastikki, sum hevur ein knøtt at trýsta á. Tá tú trýstir á knøttin, sigur tað klikk, og tú hevur klikt. So kanst tú byrja at klikkjaravenja hundin. Men hvat er tað, sum klikkjarin ger?

Klikkjarin fæst í nógvum ymiskum sniðum.
Lættast er kanska at síggja klikkjaran sum avloysara fyri eitt, fleiri ella eina rúgvu av orðum, sum fleiri okkara brúka, tá vit venja hund. Hetta kemur oftast av, at vit í gerandisdegnum tosa nógv við hundin. Summi okkara greiða hundinum frá øllum tí, sum vit gera. Onkrar dagar fær hundurin eisini allar okkara tankar at vita og í løtum enntá útsøgnir um lívsins stóru spurningar. Hundurin, menniskjans besti vinur, er tolin og forstáiligur og lurtar; ella soleiðis upplivir eigarin tað.

Tá vit so møta til venjing, fáa vit at vita, at vit tosa ov nógv við hundin. Fyri at nakað kann fáast burtur úr venjingini, mugu vit halda uppat við tí. Talustreymurin minkar eina løtu, men áðrenn vit vita av, flýtur hann júst sum vanligt.

Í staðin fyri orð ber til at brúka klikkjara. Tað, sum so hendir, er fantastiskt. Øll orðini fara av sær sjálvum niður í høgru hond og koma út aftur sum eitt stutt og greitt klikk! Og hvat ger hundurin? Hann hoyrir klikkið, bíðar eftir einum góðbita, sum hann slúkin svølgir og er klárur at venja víðari. Ger hundurin nú alt, sum vit vilja hava hann at gera, og ger hann tað rætt? Er tað so lætt? Nei, sjálvandi ikki. Tí áðrenn nakað klikk hoyrist, skal hundurin sjálvandi hava gjørt eina venjing rætt, og aftaná somuleiðis. Tað er ein annar partur í hesi somu søgu

Men aftur til klikkjaran. Ein klikkjari er ein sonevndur treytaður styrkur. Tað vil siga, at tá hundurin hevur vant seg við klikkið, hoyrir hann: “Eg fari ordiliga skjótt at fáa ein lekran góðbita.” Góðbitin, sum tú síðan serverar fyri hundinum, verður nevndur tann positivi styrkurin ella lønin, sum hundurin fær aftur fyri at hava gjørt eina venjing rætt. Í staðin fyri eitt klikk ber eisini væl til at brúka EITT orð, sum altíð eigur at vera tað sama; t.d. gott ella raskur. Tó skal orðið standa einsamalt og ikki verða fylgt av einum longum orðastreymi. Fyrimunurin við einum klikkjara er, at hann altíð ljóðar líka, og tað ger okkara rødd ikki. Tað skjóta og neyva klikkið kann samanberast við klikkið frá einum myndatóli, sum tekur mynd av júst tí røttu løtuni. Tað er sera avgerandi fyri hundin at fáa eitt signal um, hvat tað er, sum ger, at hann fær ein saftigan og bleytan góðbita. So fer hann at skunda sær at gera tað sama bæði næstu og triðju ferð, vit venja ta venjingina.

Hundar gerast ofta skjótt forliptir í klikkjaranum, tí hann ber góð boð um nakað enn betri. Soleiðis gekk í hvussu so er hjá Lui, mínum hundi. Men men, tann stóra avbjóðingin liggur so hjá hundaføraranum, sum nú má læra seg at brúka eitt slíkt fantastiskt klikkitól rætt í venjingini. Nú ber nemliga ikki longur til at skylda upp á hundin, tá venjingin ikki gongur, sum hon skal. Samstundis leggur klikkjaravenjing upp til, at vit ikki skulu lokka hundin at gera eina venjing rætt, men at vit bíða eftir, at hundurin sjálvur bjóðar røttu atferðina. So hundurin fær initiativið, meðan hundaførarin fær ábyrgdina fyri, at umstøðurnar eru soleiðis, at hundurin ger tað rætta, at klikkt verður, og at hundurin verður løntur. Hetta ljóðar rættiliga krevjandi, má eg viðganga. Men orðastreymurin er steðgaður fyribils, og Lui tímir sera væl at venja. Spurningurin er so, hvussu leingi klikkjarin klárar at vinna á orðastreyminum, og hvussu víðari fer at gangast. Men eg haldi ikki, at tað er klikkað at klikkja.

Áðrenn tað sigur klikk

Áðrenn hundurin hoyrir klikkið úr hondini á føraranum, má hundurin gera okkurt, sum førir til klikkið og síðan til góðbitan. Hvat skal hann gera, og hvussu fært tú hann til tað?

Tú byrjar við at venja samband við hundin. Samband kann vera eygnasamband, ella at hundurin hyggur upp á teg; t.d. eftir lummanum ella beininum. Hundurin skal sjálvur taka samband við teg. Tað er ikki meiningin, at tú skalt flaksa við ørmunum, syngja ella vera í leysari luft fyri at fáa samband við hundin – sjálvt um tað kann vera freistandi viðhvørt.

Sum altíð, tá tú byrjar at venja nakað nýtt við hundinum, er best at venja har, sum minst órógv er. Eg valdi stovuna, tí har eru bara møblar og hópin av bókum. Hóast okkara Lui sjálvandi er ein klókur hundur, so er hann ikki áhugaður í bókum enn. Og rætt var; í stovuni var einki, sum órógvaði Lui. Tað var lætt at fáa samband við hann, hann hugdi skjótt upp á meg, og eg skundaði mær at klikkja og síðan at geva honum ein góðbita. Í hesum føri kastaði eg bitan á gólvið, og Lui var skjótur eftir honum. Líka skjótur var hann aftur framman fyri meg, hugdi upp á meg og bíðaði eftir næsta góðbitanum. Næsta venjingin var, at eg skuldi bakka, og Lui fylgja mær, meðan hann hugdi upp á meg ella hevði samband við meg. Hetta er fyrsta stig at læra hundin at ganga við vinstru lið førarans. Eisini hetta gekk sum eftir ánni inni í stovuni. Í millum venjingarbrotini hildu vit steðgir, og tá fekk Lui sjálvandi nógv rós.

Næsta stig var at fara út í verðina at royna tað sama. Og har er nógv, sum kann órógva og freista ein labrador sum Lui. Labradorar eru tiltiknir fyri sína framúr góðu nøs, og okkara Lui hevur eina serliga tunga nøs, sum ofta verður tikið til. Hann kann droyma seg burtur í einum ávísum grasstrái, sleikja ein sýrulegg, sum var tað fyrstafloks ísur og annars draga meg sum ein annar hestur, um vit ganga har, sum ein fitt tík hevur sett síni spor. Tað var tí við eitt sindur av spenningi, at vit fóru út í garðin. Men har gekk eisini sera væl. Frágreiðingin er sjálvandi, at grasplenan er innihegnað, og Lui er tí einasti hundur, sum hevur sína gongd har.

Síðan hava vit roynt somu venjingar á ymiskum støðum. Tað hevur gingið rættiliga væl, til tær stóru avbjóðingarnar komu. Hvussu skal eitt klikk, ein góðbiti av livur, høsnarunga ella skinku kunna kappast við fittar tíkar? Nei, tað er ikki lætt.

Einaferð skuldu vit venja á einum øki, har hvølpavenjing hevði verið áðrenn. Tað var eitt parkeringsøki, so har var asfalt og ikki gras. Tað gjørdi, at eg hevði vónir um, at tað kundi fara at ganga. Saman við okkum vandi eisini ein tík, sum Lui ofta hevur vant saman við fyrr. Í byrjanini hugdi Lui bara eftir tíkini. Tá vit hildu eitt sindur størri fjarstøðu, bar betur til at venja samband og at bakka – í hvussu so er eina løtu. Tá tann løtan var farin, vóru vit komin ov tætt einum staði, har onkur hvølpaeigari hevði mist dekan ov nógvar góðbitar. Teir máttu ikki fara til spillis; Lui er jú ein væl vandur hundur! Tá bitarnir vóru sleiktir upp av asfaltinum, bar aftur til eina løtu.

Um eg skal taka samanum hesar venjingar úti í stóru verð, so gekk tað væl í løtum. Og er tað ikki tað, vit vanliga siga, at tað eru tær góðu løturnar, sum telja? Restina av løtunum sigi eg ikki so nógv um. Óivað er tað eisini ein stórur partur av hundavenjing, at hundaførarin má venja seg at vera tolnari enn tolin.

Krógvaður í lógvanum

Tann dagurin var spennandi, tá vit fyrstu ferð brúktu klikkjara til vanliga venjing í Rally lýdni. Og hví var tað nakað serligt?

Læring hjá hundum verður ofta býtt í trý stig: innlæring, stabilisering og generalisering (Rosbjerg, 2013). Tá vit ætla, at hundurin skal læra okkurt nýtt, veit hann jú ikki, hvat tað er, vit vilja hava, at hann skal gera. Hundurin skilir t.d. ikki, hvat orðini “legg teg” merkja, fyrr enn hann kann knýta rørsluna at leggja seg saman við munnligu boðunum ella ávísum handtekni. Tað fyrsta stigið er tí innlæringin, har hundurin lærir tað nýggja.Tú kanst t.d. lokka hundin við góðbitum í ta ynsktu støðuna, ella tú bíðar, til hundurin av sær sjálvum byrjar at gera okkurt, sum nærkast tí lidnu venjingini. So klikkir tú og lønar honum við góðbitum fyri tað. Síðan setur tú størri og størri krøv til hundin, áðrenn klikk og løn koma. At enda klikkir og lønar tú fyri ta lidnu venjingina. Hesin seinni hátturin verður brúktur av teimum førandi í venjing við klikkjara og verður kallaður shaping (Køste & Egtved, 2008). Tá hundurin veit, hvat hann skal og dugir at gera tað, kanst tú seta orð og tekin saman við ávísu venjingini; t.d. siga “legg teg”.

Síðan skal tað lærda venjast, styrkjast og festa seg. Tá er vit komin til stabilisering. Best er at venja tað nýggja væl og virðiliga í kendum og róligum umhvørvi heima. Síðan verður avbjóðingin at kunna gera tað nýliga lærda á nógvum ymiskum støðum og við ymiskari órógv av bæði fólki og hundum. Tá eru vit komin til generalisering. Í okkara føri er tað generaliseringin, sum er mest avbjóðandi.

Hendan summardagin í 2016 høvdu vit fingið boð um, at hundarnir skuldu ganga pent inn á økið við Leynavatn áðrenn venjing. At ganga pent merkir, at hundurin skal ganga við vinstru lið førarans og fylgja honum. Eg fór frá húsum í góðari tíð, so Lui og eg kundu ganga pent inn, áðrenn hini komu. Í fyrsta lagi kundi hann ikki lata seg órógva av hinum hundunum, og í øðrum lagi fór eingin at síggja, um Lui als ikki gekk pent. Men gakk! Tá eg kom til venjingarøkið, vóru fleiri komin og onnur á veg. So har var einki annað at gera enn at byrja at ganga. Tíbetur visti eingin um mín bláa klikkjara í høgra lógva.

Tað gekk ikki so galið. Tíbetur vóru vit nógv til venjing, og økið var stórt, so venjarin kundi ikki hyggja eftir øllum í senn. Hendan dagin vildi eg helst vera ósjónlig sum longst. Lui skuldi venja at leggja seg bæði skjótt og væl; t.v.s. at hann skuldi liggja beint og ikki skeivur. Seinnu venjingarhálvu vandu vit m.a. at fáa hundarnir at fara inn í ein ring at leggja seg. Lui var raskur at venja, og eg byrjaði at slappa av.

Og so mátti eg avdúka fyri venjaranum, at vit høvdu vant at gingið pent og at brúkt klikkjara heima. Fyri at fáa ráð og vegleiðing, gingu vit eitt sindur. Fyrst bakkaði eg, og Lui fylgdi mær. Síðan vendi eg mær soleiðis, at Lui kom at ganga við mína vinstru lið. Og mín sann, um hann ikki fylgdi mær. Og glað var eg. Hesa ferð høvdu vit ikki koyrt í 45 minuttir, so Lui bara kundi snodda eina aðrastaðni enn vanligt. Í staðin komu vit eitt fet víðari við klikkjaranum í lógvanum á okkara drúgvu, men gevandi og mangan stuttligu lærileið.

Nakrir venjarar hjá Føroya Hundaførarafelag vóru í 2016 á einum altjóða skeiði í Danmark í venjing við klikkjara. Á vári í 2017 hevði felagið eitt vikuskiftisskeið í klikkjaravenjing, og í heyst fara fleiri venjarar á ClickerExpo í Danmark.

Køste, Cecilie & Egtved, Morten (2008): Lydighetstrening i teori og praksis. Canis Forlag.

Rosbjerg, Hans (2013): Fra hvalp til voksen. Strandby: Forlaget Tro-fast.