FHF lýdni - stig 1

Reglugerð

FHF lýdni - stig 1

 

Alment :
Áðrenn kappingin / royndin byrjar, hevur førarin 3-5 minuttir, at hita upp.


Kappingin / royndin er skipa soleiðis, at áðrenn hvør venjing byrjar, hava hundur og førari eitt ávíst stigatal. Hundur og førari kunnu síðani missa stig, um venjingin ikki verður útførd rætt. Hetta er neyvari útgreina fyri hvørja venjing sær.


Ímeðan hundur og førari gera ymisku venjingarnar, er ynskiligt, at førari einans gevur hundinum eini boð, hvørjaferð hundurin skal gera eitthvørt. Tá førarin gevur hundinum boð um, td, at sita, kann hetta gerast við munnligum boðum og hondtekni samstundis.
Endurtøka av boðum førir til miss í stigatalinum.


Skeiv plasering, tvs, at hundurin kanska ikki situr beint við síðurnar av førara, førir eisini til miss í stigatalinum.


Um venjingin í fyrsta umfarið miseydnast, kann venjingin endurtakast. Tó kann venjingin bert endurtakast einaferð. Eyðnast ikki í næsta umfarið, missa hundur og førari øll stigini í tí venjingini. Endurtøka av venjing kostar altíð 5 stig.


Í teimum venjingum, tað letur seg gera, hevur førarin møguleikan, at lata stig frá sær, afturfyri, at fáa møguleikan at gera venjingina á ein lættari hátt. Neyvari útgreinan av hesum, eru fyri tær venjingar, har hetta ber til.


Hundur og førari skulu hava, í minsta lagið, 1 stig fyri hvørja venjing, fyri at standa royndina og á tann hátt hava møguleika at taka næstu roynd í lýdni.
Hundar og førarar, ið hava 0 stig í onkrari av venjingunum, eru kortini við í dagsins kapping og fáa eina plasering í kappingini.


Hundar, sum pissa ella kukka á økinum, har venjingarnar skulu gerast, skulu beinanveg fara av vøllinum, og fáa ikki møguleikan, at royna einaferð afturat sama dag. Hundur og førari varðveita tó tey stig, tey hava vunnið sær á degnum.


Harðlig viðferð av hundinum – ógvusligt rykk í bandið, ógvuslig skeldan og harðlig handfaring av hundinum, viðførir, at førarin beinanvegin skal fara av vøllinum. Samstundis missir førarin øll stig, hann hevur vunnið sær fyrr um dagin.


Eftir hvørja venjing, kann eigari rósa hundinum. Hetta kann gerast við at kela og klappa hundinum, ella geva honum ein góðbita. Bóltspæl og/ella togtogan, har hundurin skal renna avstað frá eigara og spæla, er ikki at rokna sum rós ímillum venjingar.
Góðbitar, ið hundurin kann fáa ímillum venjingarnar, skulu verða soleiðis, at tað ikki liggja góðbitar á kappingarøkinum.
Dómarin hevur møguleikan, at avmerka eitt økið, har hundurin verður róstur.


Tá dómarin heilsar uppá hund og førara, skal dómarin halda seg, í minsta lagið, 1 metur frá hundinum. Førarin kann brúka góðbitar at halda hundinum hjá sær, ímeðan dómarin heilsar uppá.


Økið, ið verður brúkt til spor, skal verða soleiðis, at undirlagið er so eins sum yvirhøvur tilber, hjá øllum hundunum at ganga á. Somuleiðis skal økið verða soleiðis, at allir hundarnir kunnu ganga spor, ið hevur eins ávirkan av vindi og veðrið annars.
Í minsta lagið 10 metrar skulu verða ímillum hvørt spor.
Verður sporið órógva av td seyði, nógvum fugli ella øðrum, skal førarin hava møguleikan at leggja eitt nýtt spor.

Verður hundurin órógvaður av seyði, fugli ella øðrum, ímeðan hann ger lýdni venjingarnar, skal hann hava møguleikan, at byrja umaftur.


Sporið skal liggja í minst 15 minuttir áðrenn hundurin gongur sporið.


Loyvt er, at rósa hundinum spakuliga ímeðan hundurin skal ganga pent.


Til felags ligg er loyvt at hava trygdarlínu á hundinum.


Raðfylgjan til eina kapping/roynd er hendan :

Heilsa uppá dómara
Gang pent
Innkall
Send runt um skjól
Felags ligg


Alt eftir hvat hóskar seg best á degnum, kann spor venjingin avgreiðast áðrenn ella aftaná lýdni venjingarnar.


Heilsa uppá dómara :
Tá fyrireikingartíðin er farin, skal førarin leiða hundin í leiðibandið yvir til dómara. Dómari og førari tosa stutt saman.
Førarin skal hava tamarhald á hundinum ímeðan dómari og førari tosa saman. Førari kann geva hundinum góðbitar, um tað er neyðugt, fyri at fáa hundin at verða róligan.
Frástøðan ímillum dómara og førara skal verða umleið 1 metur.
Um førari als ikki hevur tamarhald á hundinum, og dómarin metir, at hundurin kann verða vandamikil, kann dómarin nokta hundi og førara at luttaka í royndini / kappingini.

Gang pent :
Hundurin skal verða í vanligum hálsbandið, ella føstum sela. Keta kann eisini brúkast, men skal tá verða læst.
Eftir boðum frá dómara ganga hundur og førari til avmerkt stað. Hundurin skal sita á vinstru síðu hjá førara áðrenn farið verður til gongu.
Hundurin skal ganga á vinstru síðu førarans.
Gingið verður áleið 5 metrar fram, til avmerkt stað, har steðgar førarin og fær hundin at seta seg við vinstru lið. Hundurin skal sita stillur í 1 – 2 sekund. Síðani verður gingið víðari, áleið 5 metrar, til avmerkt stað, har dreyga verður til vinstru, síðani verða gingnir áleið 10 metrar til avmerkt stað, har vent verður við, og síðani gingið 10 metrar aftur, til avmerkt stað, har dreyga verður til vinstru. Haðani verður gingið 5 metrar til avmerkt stað, har førarin steðgar, og fær hundin at seta seg við vinstru lið. Hundurin skal sita stillur í 1-2 sekund. Síðani verður gingið áleið 5 metrar til avmerkt stað, har førarin steðgar og fær hundin at seta seg við sína vinstru lið. Tá dómari sigur takk fyri, kann hundaførarin rósa hundinum við góðbitum og klapp/kel..

Døming gang pent í bandið :

Við byrjan hava hundur og førari 15 stig. Fyri at varveita hesi stigini, skal hundurin fylgja førara á vinstru síðu førarans. Leiðibandið skal hanga leyst niður og herðablaðið á hundinum skal verða áraka knæið á førara.
Tá førari steðgar, skal hundurin seta seg beint við liðina á førara beinanvegin hann fær boð um tað.
Hundurin situr stillur, til hann fær boð frá førara um at fylgja við tá førari fer til gongu.
Hundurin heldur sína støðu á vinstru síðu førarans tá dreyga verður til høgru ella vinstru. Hundurin flytir seg við førara til vinstru innanfyri eini frástøðu av 45°.
Førarin gevur hundinum einans eini boð hvørjaferð hundurin skal seta seg ella ganga víðari.


Stig verða trekt soleiðis fyri gang pent í bandið :
Leiðibandið strammar tá hundur og førari skifta kós : -1 stig
Leiðibandið strammar tá hundur og førari skifta kós og av og á, á teimum beinu strekkjunum : -2 stig
Leiðibandið strammar tá hundur og førari skifta kós og ofta, á teimum beinu strekkjunum : -3 stig
Leiðibandið strammar næstan allan vegin : -4 stig
Leiðibandið strammar allan vegin : -5 stig
Hundurin gongur nakað aftanfyri eigara, tó er ikki glopp ímillum beini á eigara og hundin: -1 stig
Hundurin gongur nakað frammanfyri eigara, tó gongur hundurin ikki so lagt frammanfyri, at hann gongur fyri eigara : -1 stig
Hundurin gongur langt aftanfyri eigara, at tað er glopp ímillum beini á eigara og hundin : -2 stig
Hundurin gongur so langt frammanfyri eigara, at eigari ikki kann ganga vanligt uttan at skumpa hundin frá beinunum : -2 stig
Hundurin gongur ½ metur ella meira aftanfyri eigara : -3 stig
Hundurin gongur í vegin hjá eigara allan vegin : -3 stig


Stig verða trekt soleiðis fyri sit :
Hundurin situr skeivur, 45° til 90° frá eigara meira enn einaferð : -1 stig
Hundurin situr skeivur, 45° til 90° frá eigara meira enn tvær ferðir : -2 stig
Hundurin situr skeivur, 45° til 90° frá eigara meira enn tríggjar ferðir : -3 stig
Hundurin situr skeivur, meira enn 90° frá eigara, meira enn einaferð : -1 stig
Hundurin situr skeivur, meira enn 90° frá eigara, meira enn tvær ferðir : -2 stig
Hundurin situr skeivur, meira enn 90° frá eigara, meira enn tríggjar ferðir : -3 stig


Stig verða trekt soleiðis fyri ikki at akta boð :
Um førari meira enn tvær ferðir í allari gang pent venjingi, má geva hundinum boð um antin at sita ella at ganga : -1 stig
Um førari meira enn fimm ferðir í allari gang pent venjingi, má geva hundinum boð um antin at sita ella at ganga : -2 stig
Um førari áhaldandi gevur hundinum boð í allari gang pent venjingi : -5 stig

Innkall :
Á avmerktum staðin, fær hundurin boð um at sita. Førari tekur bandið av hundinum, og biður hann leggja seg. Hundurin fær boð um at bíða, ímeðan førari gongur áleið 10 metrar frá hundinum. Førari vendir sær ímótið hundinum, bíðari í 1-2 sekund og biður síðani hundin koma og seta seg á pláss.
Tá hundurin situr við vinstru síðu førarans, koyrur førarin hundin í band aftur. Hundurin skal sita stillur ímeðan hann verður koyrdur í aftur band.
Tá dómarin sigur takk fyri, kann førarin rósa hundinum.


Hundaførarin kann velja, at hava styttri frástøðu til hundin, afturfyri at lata stig frá sær. Áðrenn innkall venjingin byrjar, skal førarin boða dómara frá, um hann ynskir at gera venjingin við styttri frástøðu.
Aftaná at venjing er byrja, ber ikki til, at broyta frástøðuna.

Døming :


Við byrjan av venjingini, hava hundur og førari 15 (10 – 5) stig.
Fyri at varveita hesi stigini, skal hundurin seta seg, tá hann fær boð um tað. Sita stillur ímeðan førarin tekur bandi av hundinum. Leggja seg, tá hann fær boð um tað. Liggja stillur ímeðan førari gongur til avmerkta økið, liggja stillur ímeðan førari bíðari í 1-2 sekund, koma beinleiðis til førara tá hann verður róptur, og seta seg á vinstru síðu førarans.
Hundurin skal sita stillur, til førari hevur koyrt hundin í aftur bandið.
Tá dómarin sigur takk fyri, kann førarin rósa hundinum.


Stig verða trekt soleiðis fyri ligg og bíða :
Hundurin reisir seg upp í antin sit ella stand, men verður tó verandi á staðnum : -1 stig
Hundurin reisir seg upp, og fer til gongu aftaná førara, men steðgar tó, um førarin varnast hetta, og gevur hundinum boð um at bíða : -3 stig
Hundurin reisir seg, og fer aftaná førara : - 5 stig og førari fær boð um, at endurtaka venjingina.
Við endurtøku er sama galdandi sum omanfyri. Um tað ikki eydnast at gjøgnumføra venjingina aðruferð, verða 0 stig givin.


Stig verða trekt soleiðis fyri innkall :
Hundurin rennur 3-5 metrar framvið eigara, og má rópast uppá pláss : -1 stig
Hundurin rennur meira enn 5 metrar framvið eigara og má rópast uppá pláss : -2 stig
Hundurin rennur meira enn 5 metrar framvið eigara og kemur ikki aftur beinanveg hann verður róptur : -5 stig og førari fær boð um, at endurtaka venjingina
Við endurtøku er sama galdandi sum omanfyri. Um tað ikki eydnast at gjøgnumføra venjingina aðruferð, verða 0 stig givin.


Stig verða trekt soleiðis fyri sit á pláss aftaná innkall :
Hundurin situr 45° til 90° frá eigara : -1 stig
Hundurin situr meira enn 90° frá eigara : -2 stig
Hundurin leggur seg í staðin fyri at seta seg : -2 stig
Førarin má geva hundinum boð um at seta seg meira enn tvær ferðir : -2 stig
Hundurin hvørki setur ella leggur seg, men verður standandi við síðurnar av eigara : -3 stig

Senda runt um skjól :
Á avmerktum staðið, áleið 10 metrar frá skjólinum, fær hundurin boð um at sita. Hundurin skal sita undir vinstru lið førarans.
Førarin loysir hundin úr bandinum, bíðar 1-2 sekund og sendur hundinum rundanum skjólið.
Hundurin skal beinanveg renna rundanum skjólið og koma aftur ímótið førara. Førari biður hundin koma og seta seg á pláss.
Tá hundurin situr á pláss, koyrir førarin bandið áaftur hundin.
Tá dómari sigur takk fyri, kann førari rósa hundinum.


Hundaførarin kann velja, at hava styttri frástøðu til skjólið, afturfyri at lata stig frá sær. Áðrenn senda runt um skjól venjingin byrjar, skal førarin boða dómara frá, um hann ynskir at gera venjingin við styttri frástøðu.
Aftaná at venjing er byrja, ber ikki til, at broyta frástøðuna.

Døming :


Við byrjan hava hundur og førari 15 (10 – 5) stig, fyri at varveita hesi stigini, skal hundurin seta seg, tá hann fær boð um tað, sita stillur ímeðan førari loysir bandið, renna skjótt runt um skjólið beinanvegin hann fær boð um tað, og koma aftur til eigara og seta seg beinanveg hann fær boð um tað.


Stig verða trekt soleiðis fyri sit :
Hundurin skal hava boð, meira enn einaferð, fyri at seta seg undir vinstru lið førarans : -1 stig
Hundurin situr ikki stillur, ímeðan hann verður loystur úr bandinum : -1 stig
Hundurin situr ikki stillur og bíðar eftir boðum at renna rundanum skjólið : -2 stig
Hundurin situr skeivur, meira enn 90° frá eigara : -2 stig


Stig verða trekt soleiðis fyri send rundanum skjól :
Hundurin gongur, ella rennur í sera seinum trav, rundanum skjólið : -2 stig
Hundurin steðgar á, á veg yvir til skjólið, men við eyka boðum frá førara, fer hundurin kortini rundanum : -3 stig.
Hundurin rennur yvir til skjólið, men fer ikki rundanum : -5 stig og førari fær boð um at endurtaka venjingina
Um tað ikki eydnast at gjøgnumføra venjinga aðruferð, verða 0 stig givin.


Stig verða trekt soleiðis fyri at koma aftur til førara :
Fyri hvørji eyka boð, førari má geva hundinum, fyri at fáa hann at koma aftur og seta seg, verða trekt 2 stig.

Felags ligg :
Í minsta lagið 2 hundar skulu gjøgnumføra venjinga samstundis. Hvørjir hundar skulu gera venjinga samstundis, verður avgjørt við lutakasti.
Er ólíka tal av hundum til kappingina / royndina, skulu 3 hundar gjøgnum føra venjinga samstundis. Hvørjir hesir eru, verður avgjørt við lutakasti.


Førari leiðir hundin í bandið til avmerkt økið. Luttakandi hundar og førarar fáa umleið1/2 - 1 minutt at gera seg til reiðar til venjingina. Tá hundar og førarar eru tilreiðar, gevur dómarin boð um, at førarar skulu biða hundarnar leggja seg.
Førarar skulu bakka minst 1 metur burturfrá hundinum, og síðani skulu hundarnir liggja stillir í 30 sekund.
Við byrjan hava hundur og førari 15 stig. Um hundurin ikki liggur stillur, verða 2 stig trekt fyri hvørji eyka boð førari má geva hundinum, fyri at hann skal liggja stillur.
Um hundurin reisir seg, skal førari beinanveg fáa hundin at leggja seg aftur. Hvørjaferð hundurin reisir seg, verða 5 stig trekt.
Áhaldandi hondsignal, sum skal fáa hundin at liggja stillan, er ikki loyvt. Verður hetta kortini brúkt, verða 0 stig givin.
Tá dómari sigur takk fyri, fara førara aftur til hundarnar, og kann tá rósa hundinum.
Tað er loyvt, at hava trygdarlínu á hundinum í felags ligg venjing.

 

Spor :
Allir luttakandi hundar, skulu ganga sporið á so eins undirlagið og við so eins veðurlíkindum, sum tilber. Sporið skal verða umeið 100 metrar langt. Seinastu 20-30 metrarnir av sporinum, skal verða ein bleytur bogi.
Í hvørjari raðfylgju hundarnir ganga sporið, verður avgjørt við lutakastið.


Førari leggur sjálvur sporið. Førarin skal seta frámerkið har sporið byrjar, og har sporið endar. Hetta frámerkið skal síggjast í rímuligari frástøðu, og kann setast, í mesta lagið 10 metrar frá staðnum, har sporið byrjar. Dómari skal geva førara neyva frágreiðing um hvar og hvussu sporið skal leggjast áðrenn førari byrjar at leggja sporið.


Hundurin skal ganga sporið í minst 10 metrar langari sporlínu. Tað skulu verða, í minsta lagið 5 metrar ímillum hund og førara, ímeðan hundurin gongur sporið.
Hundurin skal, í mesta lagið, brúka 10 minuttir uppá at ganga sporið. Tíðin byrjar, tá hundurin byrjar at ganga sporið.


Førarin leiðir hundin í bandið, til byrjanina av sporinum. Førari kann biða hundin leggja seg, ímeðan spor línan verður sett á hundin. Førarin hevur 1-2 minuttir, at fyrireika seg og hundin, áðrenn hundurin fær boð um, at ganga sporið.
Sporið skal liggja í minsta lagið 15 minuttir og í mesta lagið 1 tíma áðrenn hundurin gongur sporið.


Hundaførarin kann velja, at brúka góðbitar í sporinum, afturfyri at lata stig frá sær.


Við byrjan, hava hundur og førari 15 stig. Um førari velur, at brúka góðbitar í sporinum, hava hundur og førari 10 stig við byrjan.
Hundaførari skal boða dómara frá, um hann ynskir at brúka góðbitar í sporinum, áðrenn hann byrjar at leggja sporið.


Døming :
Hvussu neyvt hundurin gongur sporið, verður ikki dømt.
Hvørjaferð hundurin gevst at ganga spor, og ikki sjálvur byrjar aftur, verða trekt 3 stig.
Hvørjaferð førari førir hundin eftir sporinum, verða trekt 3 stig.
Um hundurin ikki hevur gjøgnumført sporið innan 10 minuttir, verða 0 stig givin.