FHF lýdni - stig 2

Reglugerð

Alment : 

Áðrenn kappingin / royndin byrjar, hevur førarin 3-5 minuttir, at hita upp.

Kappingin / royndin er skipa soleiðis, at áðrenn hvør venjing byrjar, hava hundur og førari eitt ávíst stigatal. Hundur og førari kunnu síðani missa stig, um venjingin ikki verður útførd rætt. Hetta er neyvari útgreina fyri hvørja venjing sær.

Ímeðan hundur og førari gera ymisku venjingarnar, er ynskiligt, at førari einans gevur hundinum eini boð, hvørjaferð hundurin skal gera eitthvørt. Tá førarin gevur hundinum boð um, td, at sita, kann hetta gerast við munnligum boðum og hondtekni samstundis. Endurtøka av boðum førir til miss í stigatalinum. Skeiv plasering, tvs, at hundurin kanska ikki situr beint við síðurnar av førara, førir eisini til miss í stigatalinum.

Um venjingin í fyrsta umfarið miseydnast, kann venjingin endurtakast. Tó kann venjingin bert endurtakast einaferð. Eyðnast ikki í næsta umfarið, missa hundur og førari øll stigini í tí venjingini. Endurtøka av venjing kostar altíð 5 stig.

Hundur og førari skulu hava, í minsta lagið, 1 stig fyri hvørja venjing, fyri at standa royndina og á tann hátt hava møguleika at taka næstu roynd í lýdni. Hundar og førarar, ið hava 0 stig í onkrari av venjingunum, eru kortini við í dagsins kapping og fáa eina plasering í kappingini.

Hundar, sum pissa ella kukka á økinum, har venjingarnar skulu gerast, skulu beinanveg fara av vøllinum, og fáa ikki møguleikan, at royna einaferð afturat sama dag. Hundur og førari varðveita tó tey stig, tey hava vunnið sær á degnum.

Harðlig viðferð av hundinum – ógvusligt rykk í bandið, ógvuslig skeldan og harðlig handfaring av hundinum, viðførir, at førarin beinanvegin skal fara av vøllinum. Samstundis missir førarin øll stig, hann hevur vunnið sær fyrr um dagin.

Eftir hvørja venjing, kann eigari rósa hundinum. Hetta kann gerast við at kela og klappa hundinum, ella geva honum ein góðbita. Bóltspæl og/ella togtogan, har hundurin skal renna avstað frá eigara og spæla, er ikki at rokna sum rós ímillum venjingar (undantikið at senda rundanum skjól, tá eg loyvt at brúka hundaleiku). Góðbitar, ið hundurin kann fáa ímillum venjingarnar, skulu verða soleiðis, at tað ikki liggja góðbitar á kappingarøkinum. Dómarin hevur møguleikan, at avmerka eitt økið, har hundurin verður róstur.

Tá dómarin heilsar uppá hund og førara, skal dómarin halda seg, í minsta lagið, 1/2 metur frá hundinum. Førarin kann brúka góðbitar at halda hundinum hjá sær, ímeðan dómarin heilsar uppá.

Økið, ið verður brúkt til spor, skal verða soleiðis, at undirlagið er so eins sum yvirhøvur tilber, hjá øllum hundunum at ganga á. Somuleiðis skal økið verða soleiðis, at allir hundarnir kunnu ganga spor, ið hevur eins ávirkan av vindi og veðrið annars. Í minsta lagið 10 metrar skulu verða ímillum hvørt spor. Verður sporið órógva av td seyði, nógvum fugli ella øðrum, skal førarin hava møguleikan at leggja eitt nýtt spor.

Sporið skal liggja í minst 15 minuttir áðrenn hundurin gongur sporið.

Verður hundurin órógvaður av seyði, fugli ella øðrum, ímeðan hann ger lýdni venjingarnar, skal hann hava møguleikan, at byrja umaftur.

Loyvt er, at rósa hundinum spakuliga ímeðan hundurin skal ganga pent.

Til felags ligg er loyvt at hava trygdarlínu á hundinum.

Hundurin skal hava staðið FHF lýdni stig 1, áðrenn hann kann taka roynd í stig 2.

Hundar, ið á degnum standa roynd í stig 1, kunnu, um hetta er møguligt, taka roynd í stig 2 sama dag.

Stigini fylgja hundinum. Tað vil siga, at hundurin kann standa fyrstu royndina við einum førara, og næstu royndina við einum øðrum førara.

Hundarnir skulu verða ormaviðgjørdir, koppsettir og ábyrgjartryggjaðir.

 

Raðfylgjan til eina kapping/roynd er hendan : 

Heilsa uppá dómara

Gang pent

Innkall

Skifta støðu

Send runt um skjól

Hundasnildir

Felags ligg

Alt eftir hvat hóskar seg best á degnum, kann spor venjingin avgreiðast áðrenn ella aftaná lýdni venjingarnar

 

Heilsa uppá dómara :

Tá fyrireikingartíðin er farin, skal førarin leiða hundin í leiðibandið yvir til dómara. Dómari tekur í hondina á førara, og sigur góðan dag. Dómari og førari tosa síðani stutt saman.

Førarin skal hava tamarhald á hundinum ímeðan dómari og førari tosa saman. Førari kann geva hundinum góðbitar, um tað er neyðugt, fyri at fáa hundin at verða róligan.

Frástøðan ímillum dómara og førara skal verða umleið 1/2 metur.

Um førari als ikki hevur tamarhald á hundinum, og dómarin metir, at hundurin kann verða vandamikil, kann dómarin nokta hundi og førara at luttaka í royndini / kappingini.

Ganga pent :

Hundurin skal verða í vanligum hálsbandið, ella føstum sela. Keta kann eisini brúkast, men skal tá verða læst. Eftir boðum frá dómara ganga hundur og førari til avmerkt stað. Hundurin skal sita á vinstru síðu hjá førara áðrenn farið verður til gongu. Hundurin skal ganga á vinstru síðu førarans.

Gingið verður áleið 7-10 metrar fram, til avmerkt stað, har steðgar førarin og fær hundin at seta seg við vinstru lið. Hundurin skal sita stillur í 1 – 2 sekund. Síðani verður gingið víðari, áleið 7-10 metrar, til avmerkt stað, har dreyga verður til vinstru, síðani verða gingnir áleið 10-15 metrar til avmerkt stað, har dreyga verður til vinstru, síðani verður runnið 7-10 metrar beint fram til avmerkt stað, har vent verður við og runnið verður 7-10 metrar aftur til avmerktað staðið. Síðani verður dreyga til høgru og gingnir áleið 10-15 metrar til avmerkt stað, har dreyga verður til høgru. Síðani verða gignir 7-10 metrar til avmerkt stað, har førarin steðgar og fær hundin at seta seg við vinstru lið. Hundurin skal sita stillur í 1-2 sekund áðrenn gingið verður seinastu 7-10 metar til avmerkt stað, har førarin aftur fær hundin at seta seg við vinstru lið.

Tá dómarin sigur takk fyri, kann hundaførarin rósa hundinum við góðbirum og/ella klapp/kel.

Døming gang pent í bandið : 

Við byrjan hava hundur og førari 15 stig. Fyri at varveita hesi stigini, skal hundurin fylgja førara á vinstru síðu førarans. Leiðibandið skal hanga leyst niður og herðablaðið á hundinum skal verða áraka knæið á førara. Tá førari steðgar, skal hundurin seta seg beint við liðina á førara beinanvegin hann fær boð um tað. Hundurin situr stillur, til hann fær boð frá førara um at fylgja við tá førari fer til gongu. Hundurin heldur sína støðu á vinstru síðu førarans tá dreyga verður til høgru ella vinstru. Hundurin flytir seg við førara til vinstru innanfyri eini frástøðu av 45°. Førarin gevur hundinum einans eini boð hvørjaferð hundurin skal seta seg ella ganga víðari.

Stig verða trekt soleiðis fyri gang / renn pent í bandið : 

Leiðibandið strammar tá hundur og førari skifta kós : -1 stig

Leiðibandið strammar tá hundur og førari skifta kós og av og á, á teimum beinu strekkjunum : -2 stig Leiðibandið strammar tá hundur og førari skifta kós og ofta, á teimum beinu strekkjunum : -3 stig Leiðibandið strammar næstan allan vegin : -4 stig

Leiðibandið strammar allan vegin : -5 stig

Hundurin gongur nakað aftanfyri eigara, tó er ikki glopp ímillum beini á eigara og hundin: -1 stig

Hundurin gongur nakað frammanfyri eigara, tó gongur hundurin ikki so lagt frammanfyri, at hann gongur fyri eigara : -1 stig

Hundurin gongur langt aftanfyri eigara, at tað er glopp ímillum beini á eigara og hundin : -2 stig

Hundurin gongur so langt frammanfyri eigara, at eigari ikki kann ganga vanligt uttan at skumpa hundin frá beinunum : -2 stig

Hundurin gongur ½ metur ella meira aftanfyri eigara : -3 stig

Hundurin gongur í vegin hjá eigara allan vegin : -3 stig

 

Stig verða trekt soleiðis fyri sit : 

Hundurin situr skeivur, 45° til 90° frá eigara meira enn einaferð : -1 stig

Hundurin situr skeivur, 45° til 90° frá eigara meira enn tvær ferðir : -2 stig

Hundurin situr skeivur, 45° til 90° frá eigara meira enn tríggjar ferðir : -3 stig

Hundurin situr skeivur, meira enn 90° frá eigara, meira enn einaferð : -1 stig

Hundurin situr skeivur, meira enn 90° frá eigara, meira enn tvær ferðir : -2 stig

Hundurin situr skeivur, meira enn 90° frá eigara, meira enn tríggjar ferðir : -3 stig

 

Stig verða trekt soleiðis fyri ikki at akta boð : 

Um førari meira enn tvær ferðir í allari gang pent venjingi, má geva hundinum boð um antin at sita ella at ganga : -1 stig

Um førari meira enn fimm ferðir í allari gang pent venjingi, má geva hundinum boð um antin at sita ella at ganga : -2 stig

Um førari áhaldandi gevur hundinum boð í allari gang pent venjingi : -5 stig

Innkall frá ligg :

Á avmerktum staðin, fær hundurin boð um at sita. Førari tekur bandið av hundinum, og biður hann leggja seg. Hundurin fær boð um at bíða, ímeðan førari gongur minst 15 metrar frá hundinum. Førari vendir sær ímótið hundinum, bíðari í 1-2 sekund og biður síðani hundin koma og seta seg á pláss. Tá hundurin situr við vinstru síðu førarans, koyrur førarin hundin í band aftur. Hundurin skal sita stillur ímeðan hann verður koyrdur í aftur band. Tá dómarin sigur takk fyri, kann førarin rósa hundinum.

Loyvt er, at brúka munnlig boð og hondtekin.

Døming innkall:

Við byrjan av venjingini, hava hundur og førari 15  stig. Fyri at varveita hesi stigini, skal hundurin seta seg, tá hann fær boð um tað. Sita stillur ímeðan førarin tekur bandi av hundinum. Leggja seg, tá hann fær boð um tað. Liggja stillur ímeðan førari gongur til avmerkta økið, liggja stillur ímeðan førari bíðari í 1-2 sekund, koma beinleiðis til førara tá hann verður róptur, og seta seg á vinstru síðu førarans. Hundurin skal sita stillur, til førari hevur koyrt hundin í aftur bandið. Tá dómarin sigur takk fyri, kann førarin rósa hundinum.

 

Stig verða trekt soleiðis fyri ligg og bíða : 

Hundurin reisir seg upp í antin sit ella stand, men verður tó verandi á staðnum : -1 stig

Hundurin reisir seg upp, og fer til gongu aftaná førara, men steðgar tó, um førarin varnast hetta, og gevur hundinum boð um at bíða : -3 stig

Hundurin reisir seg, og fer aftaná førara : - 5 stig og førari fær boð um, at endurtaka venjingina.

Við endurtøku er sama galdandi sum omanfyri. Um tað ikki eydnast at gjøgnumføra venjingina aðruferð, verða 0 stig givin.

 

Stig verða trekt soleiðis fyri innkall : 

Hundurin rennur 3-5 metrar framvið eigara, og má rópast uppá pláss : -1 stig

Hundurin rennur meira enn 5 metrar framvið eigara og má rópast uppá pláss : -2 stig

Hundurin rennur meira enn 5 metrar framvið eigara og kemur ikki aftur beinanveg hann verður róptur : -5 stig og førari fær boð um, at endurtaka venjingina

Við endurtøku er sama galdandi sum omanfyri. Um tað ikki eydnast at gjøgnumføra venjingina aðruferð, verða 0 stig givin.

Stig verða trekt soleiðis fyri sit á pláss aftaná innkall : 

Hundurin situr 45° til 90° frá eigara : -1 stig Hundurin situr meira enn 90° frá eigara : -2 stig

Hundurin leggur seg í staðin fyri at seta seg : -2 stig

Førarin má geva hundinum boð um at seta seg meira enn tvær ferðir : -2 stig

Hundurin hvørki setur ella leggur seg, men verður standandi við síðurnar av eigara : -3 stig

 

Skifta støðu :

Á avmerktum økið, fær førari boð um, at fáa hundin at sita við vinstru lið.

Tá dómari sigur ger so væl, fær førari hundin at fara frá sit, til stand, frá stand til ligg, og frá ligg til sit. Førari avger sjálv/ur, um hann stendur framman fyri hundin ella við síðurnar av hundinum, tá hundurin skal skifta støðu.

Førari kann brúka munnlig boð og hondtekin.

Hundurin skal halda sit, stand og ligg støðuna í 1-2 sekund áðrenn næstu boð koma.

 

Døming skifta støðu : 

Við byrjan hava hundur og førari 15 stig. Fyri at varveita hesi stig, skal hundurin beinanveg, hann fær boð um tað, skifta støð og halda nýggju støðuna í 1-2 sekund. Hundurin skal ikki flyta seg meira enn 1 metur ímeðan hann skiftur støðu.

 

Stig verða trekt soleiðis : 

Førari má endurtaka boðini 1-3 ferðir áðrenn hundurin skiftur støðu : - 1 stig

Førarin má brúka hondtekin tætt við snútan á hundinum, fyri at fáa hann at skifta støðu : -2 stig

Hundurin flytur støðu aftur beinanveg : -3 stig

Hundurin  gjøgnumførir bara tvær av trimum støðum : -12 stig

 

Senda runt um skjól

Nøkulunda miðskeiðis á vøllinum, gevur førari hundinum boð um at sita við vinstru lið. Hundurin skal sita stillur í 1-2 sekund áðrenn førari sendir hundin runt um skjólini.

Hundurin skal renna um, í minsta lagið 2 skjól. Førari skal halda seg mitt á vøllinum.

Førari kann brúka munnlig boð og hondtekin, tá boð verða givin.

Tá hundurin hevur runnið runt um skjólini, skal førari beinavegin rósa hundinum. Tá hundurin er rósur, skal førari biða hundin seta seg við vinstru lið. Tá dómari sigur takk fyri, er venjingin at meta sum liðug.

 

Døming senda runt um skjól :

Við byrjan hevur hundur og førari 10 stig. Fyri at varðveita hesi stigini, skal hundurin seta seg við vinstru lið beinanveg han fær boð um tað. Og beinanveg renna rundanum skjólini, tá hann fær boð um tað.

Tá hundurin er róstur, skal hann beinanveg seta seg við vinstru lið, tá hann fær boð um tað.

6 skjól skulu standa á vøllinum. Førari kann velja at senda hundin rundanum fleiri enn tvey skjól. Førari skal, áðrenn venjingin byrjar, boða dómara frá, hvussu nógv skjól hann velur at senda hundin runt um.

Hvørt eyka skjól gevur 5 stig eyka.

 

Stig verða trekt soleiðis fyri sit (galdandi fyri sit við byrjan og við enda): 

Hundurin skal hava boð, meira enn einaferð, fyri at seta seg undir vinstru lið førarans : -1 stig

Hundurin situr ikki stillur, ímeðan hann verður loystur úr bandinum : -1 stig

Hundurin situr ikki stillur og bíðar eftir boðum at renna rundanum skjólið : -2 stig

Hundurin situr skeivur, meira enn 90° frá eigara : -2 stig

 

Stig verða trekt soleiðis fyri senda rundanum skjól : 

Hundurin gongur, ella rennur í sera seinum trav, rundanum skjólið : -2 stig

Hundurin steðgar á, á veg yvir til skjólið, men við eyka boðum frá førara, fer hundurin kortini rundanum : -3 stig.

Hundurin rennur yvir til skjólið, men fer ikki rundanum : -5 stig og førari fær boð um at endurtaka venjingina Um tað ikki eydnast at gjøgnumføra venjinga aðruferð, verða 0 stig givin.

Hundurin rennur bara rundanum eitt skjól : -5 stig og førari fær boð um at endurtaka venjingina.

Um tað ikki eydnast at gjøgnumføra venjinga aðruferð, verða 0 stig givin.

 

Stig verða trekt soleiðis fyri at koma aftur til førara : 

Fyri hvørji eyka boð, førari má geva hundinum, fyri at fáa hann at koma aftur og seta seg, verða trekt 2 stig.

 

Hundasnildir :

Førari avger sjálv/ur hvørja venjing hann/hon velur at vísa. Treytirnar eru tó tær, at hendan venjing IKKI umfatar nakra av teimum venjingum, ið annars eru í FHF lýdni.

Førari skal stutt greiða dómara frá, hvørjar hundasnildir hann/hon hevur vælt at vísa, áðrenn venjingin byrjar.

Venjingin skal vara í, í minsta lagið 15 sekund og í mesta lagið ½ minutt.

Dómari hevur møguleika at geva antin 1 stig, 5 stig ella 10 stig fyri hesa venjing.

Dómarin skal leggja seg eftir, at meta um hvussu nær frágreiðingini frá førara, venjingin er, og ikki eftir hvussu torfør venjingin er.

 

Felags ligg :

Í mesta lagið 10 hundar luttaka í felags ligg samstundis.

Førari leiðir hundin í bandið til avmerkt økið. Luttakandi hundar og førarar fáa umleið1/2 - 1 minutt at gera seg til reiðar til venjingina. Tá hundar og førarar eru tilreiðar, gevur dómarin boð um, at førarar skulu biða hundarnar leggja seg. Førarar skulu bakka minst 3 metrar burturfrá hundinum, og síðani skulu hundarnir liggja stillir í 60 sekund.

 

Døming felags ligg :

Við byrjan hava hundur og førari 15 stig.

Um hundurin ikki liggur stillur, verða 2 stig trekt fyri hvørji eyka boð førari má geva hundinum, fyri at hann skal liggja stillur.

Um hundurin reisir seg, skal førari beinanveg fáa hundin at leggja seg aftur. Hvørjaferð hundurin reisir seg, verða 5 stig trekt.

Áhaldandi hondsignal, sum skal fáa hundin at liggja stillan, er ikki loyvt. Verður hetta kortini brúkt, verða 0 stig givin.

Tá dómari sigur takk fyri, fara førara aftur til hundarnar, og kann tá rósa hundinum.

Tað er loyvt, at hava trygdarlínu á hundinum í felags ligg venjing.

Spor : 

Allir luttakandi hundar, skulu ganga sporið á so eins undirlagið og við so eins veðurlíkindum, sum tilber

Førari leggur sjálvur sporið. Góðbitar skulu ikki brúkast.

Í hvørjari raðfylgju hundarnir ganga sporið, verður avgjørt við lutakastið.

Førari leggur sjálvur sporið. Førarin skal seta frámerkið har sporið byrjar, og har sporið endar. Hetta frámerkið skal síggjast í rímuligari frástøðu, og kann setast, í mesta lagið 10 metrar frá staðnum, har sporið byrjar. Dómari skal geva førara neyva frágreiðing um hvar og hvussu sporið skal leggjast áðrenn førari byrjar at leggja sporið.

Hundurin skal ganga sporið í minst 10 metrar langari sporlínu. Tað skulu verða, í minsta lagið 5 metrar ímillum hund og førara, ímeðan hundurin gongur sporið. Hundurin skal, í mesta lagið, brúka 15 minuttir uppá at ganga sporið. Tíðin byrjar, tá hundurin byrjar at ganga sporið. Førarin leiðir hundin í bandið, til byrjanina av sporinum. Førari kann biða hundin leggja seg, ímeðan spor línan verður sett á hundin. Førarin hevur 1-2 minuttir, at fyrireika seg og hundin, áðrenn hundurin fær boð um, at ganga sporið. Sporið skal liggja í minsta lagið 15 minuttir og í mesta lagið 2 tímar áðrenn hundurin gongur sporið.

Skal verða ein nokkso krappur bogi á sporinum. Miðskeiðis í seinnu helvt av sporinum skal ein lutur verða, sum hundurin sjálvstøðugt markerar. Er vindur, skal fyrra síðan av sporinum leggjast í síðuvindi og seinna síðan í undanvindi.

Fyrra síðan á sporinum skal verða áleið 30 metrar og seinna síðan skal verða áleið 60 metrar. Miðskeiðis á seinnu síðuni, leggur førari ein lut, ið hann/hon hevur við sær. Hundurin skal sjálvstøðugt markera lutin.

Áðrenn sporið verður gingið, skal førari greiða dómara frá, hvussu hundurin markerar lutin.

Tá hundurin hevur markera lutin, skal førari taka lutin upp, og rætta hann upp um høvd.

Døming :

Hvussu neyvt hundurin gongur sporið, verður ikki dømt.

Hvørjaferð hundurin gevst at ganga spor, og ikki sjálvur byrjar aftur, verða trekt 3 stig.

Hvørjaferð førari førir hundin eftir sporinum, verða trekt 3 stig.

Um hundurin ikki markerar lutin á sporinum, verða 0 stig givin.

Um hundurin ikki hevur gjøgnumført sporið innan 15 minuttir, verða 0 stig givin.