FHF lýdni - stig 3
Reglugerð
FHF lýdni - stig 3
Alment :
Áðrenn kappingin / royndin byrjar, hevur førarin 3-5 minuttir, at hita upp.
Kappingin / royndin er skipa soleiðis, at áðrenn hvør venjing byrjar, hava hundur og førari eitt ávíst stigatal. Hundur og førari kunnu síðani missa stig, um venjingin ikki verður útførd rætt. Hetta er neyvari útgreina fyri hvørja venjing sær.
Ímeðan hundur og førari gera ymisku venjingarnar, er ynskiligt, at førari einans gevur hundinum eini boð, hvørjaferð hundurin skal gera eitthvørt. Tá førarin gevur hundinum boð um, td, at sita, kann hetta gerast við munnligum boðum og hondtekni samstundis. Endurtøka av boðum førir til miss í stigatalinum. Skeiv plasering, tvs, at hundurin kanska ikki situr beint við síðurnar av førara, førir eisini til miss í stigatalinum.
Um venjingin miseydnast, kann venjingin ikki endurtakast, og verða tá 0 stig latin.
Hundur og førari skulu hava, í minsta lagið, 1 stig fyri hvørja venjing, fyri at standa royndina og á tann hátt hava møguleika at taka næstu roynd í lýdni. Hundar og førarar, ið hava 0 stig í onkrari av venjingunum, eru kortini við í dagsins kapping og fáa eina plasering í kappingini.
Hundar, sum pissa ella kukka á økinum, har venjingarnar skulu gerast, skulu beinanveg fara av vøllinum, og fáa ikki møguleikan, at royna einaferð afturat sama dag. Hundur og førari varðveita tó tey stig, tey hava vunnið sær á degnum.
Harðlig viðferð av hundinum – ógvusligt rykk í bandið, ógvuslig skeldan og harðlig handfaring av hundinum, viðførir, at førarin beinanvegin skal fara av vøllinum. Samstundis missir førarin øll stig, hann hevur vunnið sær fyrr um dagin.
Eftir hvørja venjing, kann eigari rósa hundinum. Hetta kann gerast við at kela og klappa hundinum.
Um dómari loyvir tí, kann eigari geva góðbitar ella spæla heilt stutt við bólt/leikur. Hetta skal tó gerast á avmerktum økið.
Bóltspæl og/ella togtogan, har hundurin skal renna avstað frá eigara og spæla, er ikki at rokna sum rós ímillum venjingar.
Raðfylgjan er hendan :
Heilsa uppá dómara / kanna hundin
Gang pent á venjingarøkið
Innkall
Stand
Apport
Send fram
Send fram um A-bretti
Rundering
Ligg við órógvi
Gang pent við órógvi (verður avgreitt tá allir hundarnir hava verði á vøllinum)
Gang pent á almennum økið (kann avgreiðast ein annan dag)
Spor
Leita
(spor og leita kann avgreiðast annan ein annan dag)
Heilsa uppá dómara / kanna hundin
Royndin byrjar við, at dómari heilsar uppá hund og førara. Dómarin skal taka í hondina á førara.
Hundurin skal sita undir vinstru lið førarans ímeðan heilsa verður.
Førari vísir heilsuprógvið hjá hundinum
Førari verður síðani biðin um, at fáa hundin upp í stand og dómarin kannar hundin soleiðis :
Stríkur hundinum aftur eftir báðum síðunum
Stríkur hundinum omaneftir øllum fýra beinunum
Dómari kannar innaru síðuna av hálsbandinum hjá hundinum
Hyggur eftir tonnunum á hundinum (førari kann biða um, at sleppa at vísa tennirnar á hundinum sjálvu/ur, soleiðis at hann/hon sjálv letur munnin á hundinum upp, og dómari hyggur. Førari kann tá biða dómara um at halda seg uml 0,5 metrar frá hundinum)
Døming :
Kann geva, í mesta lagið, 10 stig. Dømt verður eftir, hvussu hundurin uppførir seg, tá dómari kannar hundin.
Hundar, ið ikki kunnu kannast, tí teir antin ræðast ov illa dómaran, ella eru ov illir í sær, fáa 0 (null) stig, og kunnu ikki luttaka í roynd/kapping á degnum.
Hundar, ið ovfarakætið hoppa ógvusliga uppi á dómaranum, fáa 1 stig.
Gang pent
Í FHF lýdni 3, eru tveir møguleikar til gang pent á venjingar økinum.
Annar møguleikin er gang pent, sum verður brúkt í "Lille Nordisk" og hin møguleikin er tann, sum verður brúktur, er frá "IGP", tó er skot ikki við í gang pent.
Reglurnar fyri "Lille Nordisk" síggjast HER og reglurnar fyri IGP síggjast HER
Líkamikið hvønn gang pent bana hundaførarin velur, so skal hundurin ganga banan uttan at verða í bandið.
Hundurin skal fylgja førara undir vinstru lið førarans, og herðablaði á hundinum skal verða uml áraka knæið á førara.
Døming gang pent :
Dømingin av gang pent, kann í mesta lagið geva 10 stig. Dømingin er annars sambært "Lille Nordisk" ella "IGP" reglunum.
Gang pent við órógvi :
Á venjingarøkinum, skal hundurin ganga pent við vinstru lið førarans, ímeðan 4-6 fólk standa tilvildarliga og práta. Hundur og førari skulu ganga soleiðis, at hundurin møtir hvørjum einstøkum fólkið, minst einaferð. Hundurin skal ikki vísa stórvegis áhuga í fólkunum.
Hundurin skal ikki verða í bandið.
Døming :
Døming er grunda á, hvussu hundurin uppførir seg, tá hann møtir fólkunum, og ikki eftir hvussu pent hundurin gongur. Tó skal hundurin fylgja hundaeigaranum uttan stórvegis trupulleikar.
Kann geva, í mesta lagið 10 stig.
Gang pent á almennum økið :
Við hundinum í bandið og undir vinstru lið, skal hundaførari ganga í umleið ein minutt í á almennum økið. Vanlig ferðsla skal verða á økinum.
Um hundaførarari ynskir tað, kann hundurin verða í munnkurv. Tað skal tó ikki verða nakar ivi í, at hundurin er væl vandur við at verða í munnkurv.
Døming :
Dómarin hyggur meira eftir, hvussu tryggur hundurin er í umhvørvinum, heldur enn hvussu pent hundurin gongur. Tó skal hundurin hála sum minst í bandið.
Kann geva í mesta lagið 10 stig
Innkall
Dómari vísir á økið, har venjingin skal gerast.
Tá hundur og førari er komin til økið, skal førari fáa hundin at seta seg undir vinstru lið. Eftir boðum frá dómara, biður førari hundin leggja seg, og gongur síðani minst 15 metrar frá hundinum. Hundurin skal liggja stillur ímeðan.
Eftir boðum frá dómara, rópari førari hundin til sín. Hundurin skal tá renna beint yvir til førara.
Hundurin skal renna beinleiðis til førara, og seta seg undir vinstru lið førarans. Førari skal ikki flyta seg, men hevur kortini loyvið at biða hundin seta seg.
Døming :
Venjingin kann geva, í mesta lagið, 10 stig. Dømt verður eftir hvussu skjótt hundurin fer til førara, hvussu skjótt hann setur seg hjá førara og hvussu beint hundurin liggur við byrjan og sit við enda av venjingini.
Stand
Dómari vísir á økið, har venjingin skal gerast.
Tá hundur og førari koma til økið, skal førari fáa hundin at seta seg undir vinstru lið. Eftir boðum frá dómara, ganga førari og hundur 5-8 metrar fram, har førari gevur hundinum boð um at standa. Hundurin skal steðga beinanveg, hann fær boð um tað, og førari skal ganga víðari. Førari skal ikki steðga á, tá boðini verða givin.
Førari gongur síðani 5-8 metrar afturat, ímeðan hundurin stendur og bíðar. Førari steðgar á, og vendur sær ímótið hundinum, Eftir boðum frá dómara, gongur førari aftur til hundin.
Døming :
Venjingin kann geva, í mesta lagið, 10 stig. Dømt verður eftir, hvussu væl hundurin aktar "stand" boðini, og hvussu stillur hundur stendur og bíðar.
Dømt verður ikki eftir hvussu pent hundurin gongur, men hann skal tó fylgja førara væl.
Apport :
Dómari vísir á økið, har venjingin skal gerast.
Tá hundur og førari koma til økið, hava tey 1/2 minutt, at gera seg klárar til venjingina.
Endamálið við apport er, at prógva, at apportvenjing er komin væl ávegis, og er sostatt ikki neyðugt, at venjing verður fram uttan feilir.
Fult stigatal, ið er 10 stig, kann tó bert gevast, um apport venjingin verður útførd uttan stórvegis feilir.
Apport venjing, uttan feilir er :
- hundurin situr beint undir vinstru lið førarans
-førari kastar apport bukkin minst 5 metrar fram
-tá apport bukkurin liggur stillur, gevur førari hundin boð um, at heinta apport bukkin. Hundurin skal sita stillur og bíða eftir boðum.
- hundurin skal renna beint yvir til apport bukkin, taka hann í kjaftin og renna beint aftur til førara, uttan at tyggja apport bukkin. Hundurin kann seta seg antin frammanfyri førara, ella fara beinleiðis og seta seg undir vinstru lið førarans. Hundurin skal sita so nær førara, at førari kann rætta seg eftir apport bukkinum, uttan at flyta føturnar.
- tá hundurin situr stillur við apport bukkinum, skal førari rætta seg eftir apport bukkinum, og ikki fyrrenn hundurin fær boð um at sleppa, skal hann sleppa apportbukkinum.
Um hundurin avleverar apport bukkin sitandi frammanfyri førara, endar venjingin við, at førari biður hundin seta seg undir vinstru lið førarans.
Um hunduri avleverar apport bukkin sitandi undir vinstru lið førarans, er venjing liðug, tá førari hevur biði hundin sleppa apport bukkinum
Senda fram
Dómari vísir á økið, har venjingin skal gerast.
Tá hundur og førari koma til økið, skal førari fáa hundin at seta seg undir vinstru lið. Eftir boðum frá dómara, sendir førari hundin fram. Hundurin skal renna minst 10 metrar fram frá eigara, áðrenn eigari gevur hundinum boð um, at leggja seg.
Loyvt er, at brúka target, at senda hundin fram til.
Venjingin er liðug, tá hundurin hevur lagt seg.
Um target verður brúkt, skal førari boða frá hesum áðrenn venjingin byrjar, og skal, í samráð við dómara, leggja target út.
Døming :
Kann geva, í mesta lagið 10 stig.
Dømt verður eftir, hvussu rætt hundurin situr við byrjar, eftir væl hundurin aktar "send fram" boðini, hvussu skjótt hundurin renn fram, hvussu væl hundurin aktar "ligg" boðini.
Senda fram um A-bretti
Førari avgerð sjálv/ur um A-bretti, ið verur brúkt, er DCH A-bretti, ella agility A-bretti.
Eftir boðum frá dómara, fer førari hundin at seta seg undir vinstru lið, í minsta lagið 1 metur frá A-brettinum. Hundurin skal sita stillur, til hann fær boð um at renna fram eftir A-brettinum. Tá hundurin er komin niður av A-brettinum hinumeðna, skal førari rópa hundin aftur til sín, og skal hundurin tá renna aftur til førara eftir A-brettinum.
Venjingin er liðug, tá hunduri aftur situr undir vinstru lið førararans.
Døming :
Venjingin kann geva, í mesta lagið, 10 stig.
Dømt verður eftir, hvussu rætt hundurin situr undir vinstru lið førarans við byrjan og við enda á venjingin, hvussu væl hundurin aktar boðini um at renna fram eftir A-brettinum og hvussu væl hann aktar boðini, at renna aftur til førara.
1 stig verður givið, um hundurin rennur framvið A-brettinum annan vegin.
0 (null) stig verða givin, um hundurin rennur framvið A-brettinum báðar vegir.
Ligg við órógvi :
Á avmerktum økið, skal hundurin liggja stillur, ímeðan annar hundur gjøgnum førir gang pent venjingin.
Hundurin skal ikki verða í bandið, og førari skal standa nakað burturfrá hundinum. Loyvt er, at hava hundin liggjandi aftanfyri eitthvørt, ið skal steðga hundinum, um so er, at førari metir, at tað er ein møguleiki, at hundurin kann finna uppá, at órógva hundin, sum gongur pent.
Venjingin kann gerast, tá hundar frá lýdni 1 ella 2, ganga pent. Í tí føri, skal dómarin tryggja, at lýdni 1 ella 2 hundurin, ikki órógva liggjandi hundin.
Døming :
Kann geva, í mesta lagið, 10 stig. Dømt verður eftir, hvussu stillur hundurin liggur, og um tað er neyðugt hjá førara at endurtaka ligg boðini.
Rundering :
Tá dómari gevur boð, ger førari seg til reiðar, at gera venjingina.
Hundurin skal sendar runt um 6 skjól. Í skjóli nr 6 stendur figurantur. Hundurin skal verða hjá figurantinum, til førari kemur yvir til hundin. Hundurin skal goyggja minst 3 ferðir ímeðan hann situr hjá figurantinum.
Førari stillar seg umleið 2 metrar frá hundinum, og rópar hundin til sín. Hundurin skal tá fara frá figurantinum, og seta seg hjá førara.
Døming :
Kann geva, í mesta lagið, 10 stig. Dømt verður eftir, um hundurin rennur runt um øll skjólini, hvussu væl hundurin aktar boðini at renna rundan um skjólini, hvussu skjótt hundurin rennur rundan um skjólini.
Eisini verður dómt eftur, hvussu hundurin uppførir seg hjá figurantinum. Hundurin skal ikki nema við figurantin, og á ongan hátt, verða ógvusligur við figurantin. Dømt verður somuleiðis eftir, hvussu væl hundurin goyr og hvussu væl hundurin aktar boðini, tá førari rópar hundin til sín.
1 stig verður givið, um hundurin leypir 3 ella fleiri skjól um.
0 (null) stig verða givin, um hundur rennur beinleiðis yvir til skjól nr 6.
0 (null) stig verða givin, um hunduri leypur ógvusliga uppá figurantin, ella á annan hátt er harðligur við figurantin.
Spor :
Sporið skal verða umleið 500 metrar langt, og 3 lutir skulu liggja á sporinum. Enda luturin skal víkja frá hinum báðum.
Sporið skal verða umleið 1 tíma gamalt, tá tað verður gingið.
Hundur og førari hava, í mesta lagið, 30 minuttir, at ganga sporið.
Døming :
Um sporið er gingið innan 30 minuttir, og førari hevur enda lutin við sær, at geva dómara, verða 15 stig givin.
Um meira enn 30 minuttir verða brúktir, ella enda luturin ikki verður funnin, verða 0 (null) stig givin.
Leita :
Á einum økið, ið er umleið 10 x 10 metrar til støddar, verður liggur ein lutur.
Hundurin kann ávísa lutin við, td ligg markering, ella hundurin kann heinta lutin, og bera hann aftur til førara. Áðrenn venjing byrjar, skal førari boða dómara frá, um hundurin markerar ella heintar.
Goymdi luturin kann verða ein mappa, ein handski, ein brilluhúsið ella líknandi.
Eftir boðum frá dómara, ger førarin seg kláran til venjingina. Førari velur sjálvur hvar leitingin byrjar. Førari sendir hundin inn í økið at leita, og stendur sjálvur eftir uttan fyri økið. Luturin skal verða funnin innan 5 minuttir.
Døming :
Kann geva, í mesta lagið, 10 stig. Dømt verður eftir, hvussu nógv boð førari gevur hundin at leita, hvussu væl hundurin leitar, hvussu skjótt hundurin leitar, og hvussu hundur ferð við lutinum, tá hann finnur lutin.
0 (null) stig verða givin, um hundurin pissar ella kukkar inni í leitingarøkinum
0 (null) stig verða givin, um luturin ikki er funnin innan 5 minuttir.