Hví er hvølpavenjing so umráðandi
Fyri at skilja hví hvølpavenjing er so umráðandi, er neyðugt at vita eitt sindur um menningina hjá hvølpinum og um hvussu hundar læra.
Tann fyrsta tíðin
Hvølpar skulu, í fyrsta lagið, takast frá mammuni tá teir eru 8 vikur gamlir. Frá hvølpurin er 8 til 12 vikur gamal, hevur hann serliga lætt við at tillaga seg til nýggja umstøður.
Frá hvølpurin er 12 til 16 vikur búnast hann eitt sindur meira, og byrjar so smátt at finna sítt pláss her í lívinum.
Vanliga verður sagt, at tá hvølpurin er 16 vikur gamal, er grundarlagið fyri hansara sinnalagið lagt. Tað vil so siga, at hevur tú fingið ein viljasterkan hvølp og tú, tær fyrstu 16 vikurnar ikki hevur lært hvølpin, at tað ikki nyttar at treiskast tá hann ikki fær sín vilja, ja so fer tú helst at hava ein sjálvstøðugan vaksnan hund, sum fer at gera nógv fyri at fáa sín vilja.
Tíðin frá hvølpurin er uml 4 til 8 mánaðar, er vanliga ein nokkso friðarlig tíð, har hvølpurin vanliga er góður at fáast við og lærir væl. Orsøkin til hetta er, at hvølpur og eigari nú kenna hvønn annan, hvølpurin hevur funnið sítt stað og er enn bundin at eigara sínum.
Hvølpurin gerst vaksin
Tá hvølpurin er uml 8 mánar gerst hann kynsbúgvin. Vit siga vanliga, at hvølpurin nú er tannáringum og hann uppførir seg eisini har eftir. Alt tað góða samstarvið sum var áðrenn hvølpurin gjørdist tannáringur kann búgva í einum rættuliga lítlum staðið hesa tíðina.
Tá hvølpurin er uml 8 til 18 mánaðar gerst hann vaksin. Hesa tíðina kunnu trupulleikar, serliga mótvegis øðrum hundum, stinga seg upp. Men hevur eigarin havt gott tol, og hevur eigarin styrkt skilagóðan atburð og minka um minni skilagóðan atburð, so gerast hesir trupulleikar sjálvdan alt ov stórir. (nær hvølpar eru í hvørjum menningarstigi er eitt sindur ójavnt. Lítlir hundar gerast ofta fyrr vaksnir enn stórir hundar)
Tá vit venja og uppala okkara hundar, gera vit hetta vit at styrkja um onkra atferð og minka um onkra aðra atferð. Hetta gera vit sjálvt um vit ikki eru tilvitaði um hetta. Taka vit eitt einfalt dømi : vit hava avgjørt, at hvølpurin ikki skal sleppa at liggja uppi í sofuni. Hvølpurin roynur at sleppa upp í sofuna við at sita og hvína framman fyri okkum. Vit halda at tað er synd í hvølpinum og lova honum upp. Næstu ferð vit hava avgjørt, at nú sleppur hann altso ikki uppaftur í sofuna, setur hann seg aftur at hvína. Tað sum hvølpurin hevur lært er, at um hann situr eitt ávíst stað og hvínur, so sleppur hann at enda upp í sofuna. At hvína er ein atferð, og vit hava júst styrkt hesa atferðina. Hvølpurin hevur lært, at hetta kann loysa seg.