Agility
Kom og lær hundin at leypa upp um forðingar, ganga á bummi, renna gjøgnum tunnlar, renna slalom og nógv annað stuttligt.
Agility
Skjótleiki, neyvleiki og sera gott samband og samstarv millum hund og førara eyðkennir Agility.
Her snýr tað seg nevnuliga um, at renna ein bana - og jú, eigarin rennur eisini - uppá so stutta tíð sum tilber, við so fáum feilum, sum tilber.
Bólt glaði hundurin hevur ein greiðan fyrimun, tí hann fæst lættari at renna frá tær enn hundurin, sum bara tímur at arbeiða fyri mat.
Tað er trupult at renna agility við hundinum í bandið, so tað er ein avgjørdur fyrimunur, um hundurin aktar og kann verða leysur saman við øðrum hundum uttan stórvegis trupulleikar.
Agility venjingin er tilrættaløgd soleiðis, at somu krøv verða ikki sett til lítlu hundasløgini, sum til stóru hundasløgini.
Við tí rúkandi ferð
Hopp
Hæddarlop er ein ein fastur partur av einum agiltiy bana
Vit byggja bana
Ein agility bani er ongantíð líka.
Kenn banan
Man má leggja seg eftir, at duga raðfylgjuna av hindringunum
Agility
Kom og lær hundin at leypa upp um forðingar, ganga á bummi, renna gjøgnum tunnlar, renna slalom og nógv annað stuttligt. Agility – ella hundafimi – er spennandi og góð venjing fyri bæði teg og tín hund.