Atferðarvenjing

Kundi tú hugsa tær at gingið til hundavenjing, men riggar tað ikki, tí hundurin hjá tær ikki dámar aðrar hundar ?

Atferðarvenjing

Rættuliga nógvir hundar hava trupult við, at verða á sama økið, sum aðrir hundar. Líkamikið hvør orsøkin til hetta er, so kann verða strævið hjá eigara, altíð at verða noydd/ur at hugsa um hvar nú ongin annar hundur er, áðrenn farið verður út við hundinum.

Til atferða venjing er einans ein venjing á skránni; nevnuliga hvussu kann eigari venja við hundinum, soleiðis at trupuleikin fyllir eitt sindur minni.

Tað er bara pláss fyri 4 hundum á hvørjum liðið, og vit leggja út við, at venja við einum hundi í senn. 

Venjingin er við Leynavatn fyrrapart sunnudagar

Tað skal so lítið til

Møttu einum leysum hundi

Møttu einum leysum hundi

Ein óheppin samanstoytur við einum leysum hundi, kann verða nokk til, at hundurin framyvir ræðist aðrar hundar

Eg helt at hundar skuldu sleppa at spæla

Eg helt at hundar skuldu sleppa at spæla

Ov nógv spæl við tilvildarligar hundar, kann verða ørsøk til, at hundurin heldur at hann skal spæla við allar hundar hann møtir

Settur uppá pláss

Settur uppá pláss

Um størri og sterkari hundar sleppa at "seta hvølpin uppá pláss" kann hetta viðføra, at hvølpurin/hundurin framyvir fer at halda, at tað er neyðugt at verja seg sjálva fyri øðrum hundum

Atferðarvenjing

Atferðarvenjing er ætla hundum, sum av einhvørjari ørsøk, ikki klára at verða á sama økið sum aðrir hundar.
Dugnaligu og væl útbúni atferðarráðgevarar okkara, skipa hesa venjing