Gerandislýdni
Til tess at tryggja okkum, at hvør einstakur luttakari fær sum mest burturúr venjingini, er bara pláss fyri 6 hundum á hvørjum liðið
Gerandislýdni
Vit arbeiða fram í móti at gerast ábyrgdarfullir hundaeigarar við einum glaðum og væl vandum hundi til gagns fyri bæði hund, eigara og onnur.
Hundurin skal hava tað gott saman við eigara sínum, og tá lærir hann eisini best. Hetta er ein av meginreglunum í positivari hundavenjing. Tí eru gott samstarv og gott samband millum hund og eigara fortreytir fyri allari víðari venjing. Ein stórur partur av venjingini verður tí at byggja upp eitt gott samband ella eitt enn betri samband millum hund og eigara, samstundis sum vit læra ymisku førleikarnar.
Hundur og førari læra ymiskar førleikar, sum eru góðir at duga bæði heima og úti; sum t.d. at bíða, at ganga pent, at møta øðrum fólki og hundum og at koma, tá hundurin verður róptur.
Eitt sindur um gerandislýdni
Arbeiðshugur / motivatión
Skal nakað koma burturúr venjing, er neyðugt at finna útav, hvat eggjar hundinum til, at gera soleiðis sum eigari helst vil
Eitt stig í senn
Vit geva okkum stundir, at læra hund og førara tað, ið ætlandi skal koma burturúr venjingini.
Fram kemur hann, í hóvliga fer
Gott pláss
Gerandislýdni er altíð á økjum, har tað er pláss til hvønn einstakan hund
Gerandislýdni
Gerandislýdni er ætla hundum, eldri enn 10 mánaðir. Venjing er væl hóskandi til tann, sum ikki hevur luttikið í venjing áður, og eisini til tann, sum hevur verði til hvølpavenjing, og vil viðlíkahalda venjingina