Hoopers

Endamálið við Hoopers er, at tú lærir hundin at renna gjøgnum bogar (hoops) gjøgnum tunnlar og runt um tunnur uppá so stutta tíð sum tilber, alt ímeðan eigarin stendur so stillur sum tilber

Hoopers

Hoopers snýr seg um, at kunna føra hundin gjøgnum bogar (hoops) gjøgnum tunnlar og runt um tunnur uttan at fylgja við hundinum. 

Hetta er stuttligt og mennandi fyri bæði hund og førara. 

Vit byrja sjálvandi við løttum venjingum, men so hvørt sum Hoopers hundurin mennist, verða krøvini økt - ikki bara til hundin, men so sannuliga eisini til føraran. 

Hoopers hundurin má akta so nøkulunda, tá hann byrjar Hoopers venjing, hetta tí, at hundurin skal verða leysur undir venjing, og hetta eisini sjálvt um aðrir hundar eru á økinum

Hoopers

Back & Runt um

Back & Runt um

Tunnan merkir ofta, at nú skulu vit renna hinvegin. 

 

Frástøða

Frástøða

Frástøðan millum hund og førara kann verða nokkso stór viðhvørt

Bíða

Bíða

Hoopers hundurin lærir skjótt, at hann skal liggja og bíða

Hoopers

Hundar í øllum støddum og aldri kunnu luttaka, tó mugu luttakandi hundar akta tá teir eru leysir og aðrir hundar eru á økinum