Hvølpavenjing

Til tess at tryggja okkum, at hvør einstakur hvølpur og eigari
fær sum mest burturúr venjingini, er bara pláss fyri 6 hvølpum
á hvørjum liðið

Hvølpavenjing

Hvølpavenjing er ætla hvølpum og unghundum yngri enn 10 mánaðar. Pláss er fyri i mesta lagið 6 hundum á hvørjum holdi.

Skeiðini verða hildin í Havn og í Saltangará, og er venjing vanliga tvær ferðir um vikuna. Venjingin er í vikuskiftinum og/ella aftaná vanliga arbeiðstíð.

Eitt hvølpaskeið er íalt 8 venjingar á uml 45 minuttir, og umfatar vanliga venjing, sum er neyðugt, at duga í gerandisdegnum.

Ein umráðandi partur av hvølpavenjingi er sosialisering. Hvølparnir læra at verða saman við øðrum hundum og fólkum. Eins og eigarin lærir hvussu hann kann venja við hundinum sjálvt um aðrir hundar eru til staðar.

Hvølpaskeið umfatar eisini venjing í handfaring og vanliga røkt av hvølpunum.

Eisini verður undirvíst í hundaatferð og hvussu tú sum eigari kann nýta hetta í gerðandisdegnum, og á tann hátt fyribyrgja ymiskum trupulleikum, ið kunnu stinga seg upp.

Tú lærir at geva hvølpinum góðar vanar, soleiðis at tú fær ein vælvirkandi hund, ið tú kann hava stóra gleði av í nógv ár framyvir.

Við sær frá hvølpavenjingini fær hvølpaeigarin eisini kunning um, hvat er í væntu ímeðan hvølpurin mennist, og hvussu ymiskar avbjóðingar hesum viðvíkjandi, kunnu handfarast.

Eitt sindur um hvølpar

Hvølpavenjing

Hvíld

Ein hvølpur hevur tørv á nógvari hvíld. Tá ein hvølpur liggur og svevur, so skal hann hava frið at sova. Ein hvølpur skal sova millum 16 og 20 tímar um døgnið.

Ein hvølpur skal ikki motioneras ov nógv. Ein góð regla at halda seg til er, at hvølpurin kann motionerast 1 minutt fyri hvørja viku hann er gamal. Tvs, 8 vikur gamal hvølpur kann motionerast í 8 minuttir um dagin. 10 vikur gamal, 10 minuttir motión um dagin osv.

Hvølpavenjing

Búr

Hundabúr eru ætlaði sum trygd undir ferðing, ikki sum kamar til hvølpin. 

Bæði hvølpar og vaksnir hundar sova nógv. Teir liggja tó ikki stillir og sova; teir flyta seg rættuliga ofta og leggja seg á antin kaldari ella heitari undirlag. 

Aðra staðni verður viðmælt, at eitt hundabúr, sum hundurin skal verða í um náttina og um dagin, skal verða í minsta lagið 2 ferðmetrar til støddar. Hetta er eisini okkara viðmælið.

Hvølpavenjing

Pissa á gólv

Tá hvølar eru 3-5 vikur gamlir, byrja teir at gera sær eina mynd av, hvar rættast er at pissa og kukka. Hugsa um hetta, tá tú fær tær hvølp.

Hvølpar pissa og kukka vanliga stutt aftaná at teir hava fingið at eta, tá teir hava spælt og tá teir hava sovið. Er tú røsk / raskur at lova hvølpinum út hesar tíðir, so lærir hann hvar hann skal gera seg reinan

hvølpavenjing

Matvanar

Hvølpar skulu hava at eta 3-4 ferðir um døgnið. 

Skilagott er, at leggja seg eftir, at geva hvølpinum góðar matvanar. Royn og halt teg til, at hvølpurin helst skal eta tað, sum hann fær tá hann fær tað.

Ein hvølpur skal tó ikki ganga uttan at eta í meira enn einar 2-3 dagar áðrenn tú tosar við djóralækna ella gevur okkurt betri at eta.

 

Hvølpavenjing

Fóður

Tað er ikki líkamikið hvat fóður tú gevur hvølpinum. 

Hvølpar av lítlum hundaslagið hava ikki sama fóðurtørv sum hvølpar av stórum hundaslagið.

Tað finnast nógv sløg av hundafóðrið, og sum við øllum øðrum, so fær tú góðskuna tú betalir fyri. So at keypa tað allar bíligast fóðrið, er helst ongin sparing í longra endanum

Hvølpavenjing

Hvølpurin býtur

Hvølpar býta hvønn annan tá teir spæla. Tá teir so bara hava menniskju at spæla við, so býta teir menniskju.

Serliga ring kann býtingin verða, tá hvølpurin skiftir tenn. Tannskiftið varir vanliga frá 4-5 mánaðar aldri til hvølpurin er 6-8 mánaðar gamal.

Um tú gevur hvølpinum okkurt annað at býta í, bæði tá hann býtur teg og tá hann býtur skógvar og trappur, so koma tey flestu nøkulunda heilskapaði burturúr hesi tíðini.

Royn eisini at lata verða við, at eggja hvølpinum til at býta, tá tú spælir við hann

Sosialisering

Nógv verður tosa um at sosialisera hvølpar. 

Sosialisering er 
- at læra hvølpin at hann ikki hevur fyri neyðini at heilsa uppá alt og øll, sum hann møtir
- at læra hvølpin, at hann ikki skal spæla við allar hundar hann møtir
- at læra hvølpin, at kenna øll tey ljóð, sum hann mest sannlíkt fer at hoyra framyvir

Sosialisering er ikki 
- at sleppa hvølpinum leysum at spæla við tilvildarligar hundar
- at loyva størri og sterkari hundum at "seta hvølpin uppá pláss"
- at loyva øðrum fólkum at handfara hvølpin, tí "tað má hann tola"

Minnst til, tú er verji hjá tínum hvølpi