Lýdni fyri arbeiðshundasløgini
FHF lýdni er lýdni programmið hjá Føroya Hundaførarafelag. Hendan venjing er ætla arbeiðshundasløgunum, so sum sjefarahundum , labrador, golden retriever og border collie og líknandi
FHF lýdni
Lýdni venjing er hundaítróttur, har hundur og førari skulu gjøgnumføra nakrar fastlagdar venjingar. Hesar eru gang uppá pláss í bandi, innkall, felags ligg og bíða, senda út og ganga spor.
Eigarin lærir, hvussu hann kann læra hundin ásettu venjingarnar.
Undirvísingin er skipa soleiðis, at luttakandi hundarnir onkuntíð venja saman og onkuntíð venja ein og ein.
FHF lýdni er í stigum. Hvør heyst eru lýdni royndir á skránni, og tey, ið standa royndirnar kunnu so taka næsta stig árið eftir.
FHF lýdni
Felags ligg
Við rímuligari frástøðu, skulu hundarnir liggja stillir ímeðan førarin fer burturfrá
Senda runt um skjól
Vit byrja við, at læra hundin at renna runt um eitt skjól
Royndin
Tá venjingarárið nærkast endanum, eru royndir í FHF lýdni
FHF lýdni - stigini
FHF lýdni - stig 1
Endamálið við stig 1 er at prógva, at tú hevur fingið eina góða byrjan á lýdni venjingina.
FHF lýdni - stig 2
Endamálið við stig 2 er at prógva, at tú komin væl áleiðis við lýdni venjingini og hevur fingið eina góða byrjan á spor venjingina
FHF lýdni - stig 3
Endamálið við stig 3 er at prógva, at bæði lýdni og spor venjingin er stabil, og at tit nú eru til reiðar til tær stóru avbjóðingarnar
FHF lýdni - stig 4
Fyrsta royndin av hesum slagið verður á heysti 2025
Meira kunning um lýdni 4 er ávegis
FHF lýdni - stig 5
Fyrsta royndin av hesum slagið verður, í fyrsta lagið á heysti 2025
meira kunning um lýdni 5 er ávegis
Úrmælingurin
Seinasta lýdni royndin.
Fyrsta royndin av hesum slagið verður, í fyrsta lagið, á heysti 2025
Meira kunning er ávegis
FHF lýdni
Í londunum rundan um okkum, eru lýdni royndir av øllum møguligum slagið. Tað er sjálvandi ójavnt hvørjar av hesum lýdni royndunum tey, ið venja lýdni, venja eftir. FHF lýdni hjá Føroya Hundaførarafelag er gjørt soleiðis, at fyrstu 3 royndirnar eru settar upp soleiðis, at líkamikið hvat slag av útlendsku lýdni royndunum tú venur eftir, so hóskar tað til fyrstu 3 stigini. Stig 4 er ørðvísi, tí tá skal hundaførarin hava avgjørt hvønn veg venjingin fer, og verður royndin so hareftir. Lýdni 5, umfatar samlaða lýdni programmið, ið førari hevur lagt seg eftir at venja. Lýdni 5 umfatar eisini rundering, spor og leita. Sætta lýdni royndin, sum vit hava vælt at kalla, The Iron Dog, er endaliga avbjóðingin til hundaføraran, sum venur dúliga við hundinum.