Nose Work

Nose Work er venjing, har vit læra hundin at leita eftir ávísum luktum. 

Nose Work

Nose Work kann, og eigur mann, at venja alla staðni, tað yvirhøvur ber til.

Nose Work verður býtt í fýra leitingarøkir; í dósum, á bilum, í uttandurða økið og í innandurða økið.

Luktirnir, ið leita verður eftir, eru lavendel, eucalyptus og anis.

 

 

Verð tolin

Luktisansur

Luktisansur

Hundar hava ein einastandandi góðan luktisans. 

 

Áhaldni

Áhaldni

Líka mikið hvussu væl tú goymir luktin, so finnur væl vandi Nose Work hundurin hann.

Ein í senn

Ein í senn

Til Nose Work venjing, venur ein hundur í senn - men tað er gott at hava onkran, at venja saman við

Nose Work

Umframt at verða ein stuttligur ítróttur, so er Nose Work gott fyri sjálvan hundin. 
Hundurin lærir at raðfesta leiting fram um alt annað. Luktisansurin hjá hundinum er jú hundsins "super power" og fyri hundin er tað bara gott og styrkjandi, at sleppa at brúka hesi einastandandi evnir teir, frá náttúrunar hond, hava.