Rally lýdni
Gott og jaligt samstarv ímillum hund og førara er avgerandi í rally lýdni venjing
Rally lýdni
Hóast orðið Rally fær fleiri at hugsa um eitthvørt, sum gongur skjótt fyri seg, so er hetta ikki galdandi fyri Rally lýdni, kanska tvørturímótið.
Rally lýdni er hundaítróttur, har hundur og eigari skulu ganga ein bana, ið er uppbygdur av ymiskum boðskeltum. Hundurin skal kunna sita ella liggja stillur ímeðan eigarin gongur rundanum hann, hundurin skal mala runt ímeðan hann gongur við síðurnar av eigara, hundurin skal bakka nøkur fet og nógv annað.
Skal hundurin so duga alt møguligt, áðrenn hann byrjar Rally lýdni venjing ? Nei, tað skal hann ikki. Rally lýndni venjing snýr seg um, at læra førara hvussu hann kann læra hundin hesar ymisku venjingarnar, og áðrenn tú veit av, eru tit so mikið dugnaligt, at tit luttaka í kappingum akkurát sum onki.
Rally lýdni er stuttligt
Sit, stand og ligg
Ein Rally hundur fer at duga væl sit, stand og ligg.
Vit brúka ofta ein "platform" til hesa venjing
Rally skeltini
Rally lýdni banin er gjørdur av 10-15 boðskeltum
Uppvaski balju ????
Ja, tú skal hava eina uppvaksibalju við til venjing. Hesa brúka vit, tá vit læra hundin eitt perfekt vinstra sving
Rally lýdni
Rally lýdni venjing er mennandi og gevandi fyri bæði hund og eigara. Venjing er altíð tilrætta løgd soleiðis, at øll kunnu luttaka - líkamikið um tú júst byrjar Rally lýdni venjing, ella tú hevur gingið til Rally lýdni í fleiri ár. Bæði hundur og eigari hava tað stuttligt, tá vit venja Rally lýdni