Spor

Bara tú, hundurin og náttúran. Og kanska eisini ein venjari, sum gongur aftaná tær og fortelur tær hvat tú skal gera - ella ikki gera
Ná ja, og ongin seyður

Spor

Spor venjing snýr seg um, at tú lærir hundin at fylgja slóðini hjá einum menniskja. Hevur hetta menniskja mist ein lut, so skal hundurin eisini gera vart við hetta. Oftast velur mann, at hundurin leggur seg við mista lutin.

Sporvenjing krevur nógv tol og nógva planlegging. Tað ber ikki til, at skunda sær at venja spor, og tað ber heldur ikki til, at royna, at fáa læringina at ganga skjótari. 

Fyri hundaeigaran finnst nokk ikki nøkur størri avbjóðing, enn at læra hundin at ganga spor.

Tað finnast nógv sløg av spor venjing. Venjingin hjá okkum minnir mest um tað, sum eitur Nordisk Spor. Í spor verðini er Nordisk nokk eitt tað mest krevjandi sporið, at ganga. Vit hava tó ikki vælt Nordisk Spor sum íblástur til okkara venjing av hesi orsøk. Vit hava vælt Nordisk Spor sum íblástur, tí okkara umhvørið er best egna til hetta slagið av spor venjing

Hugsavna teg

Ein mistur lutur

Ein mistur lutur

Tá lutir liggja á sporinum, læra vit hundin at boða frá hesum. 

Tann greiðasta fráboðanin hundurin kann geva okkum er, at leggja seg har luturin er

Undirlag

Undirlag

Mann kann, og eigur, at venja spor á øllum hugsandi undirløgum. Græs, mold, ísur, vátlendi, asfalt - ja bara hugflogið setur mørkini 

Leyp ikki framav

Leyp ikki framav

Spor venjing krevur umhugsni og planlegging. 

Venjarin leggur tær lag á, og so venur tú sjálv/ur so ofta tú kann

Spor

Allir hundar duga at ganga spor - ongin yvi um tað. 
Avbjóðingin er tó at fáa teir at ganga sporið, vit ætla at teir skulu ganga.

Venur tú spor, so far ONGANTÍÐ í hagan við hundi, uttan at avtala hetta við bóndan ella røktingarmannin áðrenn.