Føroya Hundaførarafelag

Føroya Hundaførarafelag

Føroya Hundaførarafelag er áhugafelag, ið skipar fyri alskyns hundavenjing.

Vit leggja sera stóran dent á, at hava væl útbúnar venjarar, ið virkuliga fylgja væl við øllum tí nýggjasta nýggja, sum rørir seg innan hundavenjing kring okkum.

Felagið skipar fyri hvølpavenjing og gerandislýdni í Tórshavn og í Saltangará, Nose Work og Spor venjing ymsa staðni í miðstaðarøkinum og Agility, Hoopers, Rally lýdni og Lýdni fyri brúkshundar við Leynavatn. 

Tá tað liggur fyri, skipa vit eisini fyri venjingum aðrastaðni í landinum eins og onnur styttri skeið eisini eru á skránni. 

Felagið hevur eisini væl útbúnar atferðar ráðgevarar, ið kunnu vegleiða og hjálpa við venjing, um hundurin hevur trupla atferð

Okkara venjingar

Hvølpavenjing

Hvølpavenjing

Hvølpaskeiðið er byrjanin uppá eitt lívlangt samstarv millum hund og førara, so hendan byrjanin skal vera góð og jalig.

Les meira
Gerandislýdni

Gerandislýdni

Vit arbeiða fram í móti at gerast ábyrgdarfullir hundaeigarar við einum glaðum og væl vandum hundi til gagns fyri bæði hund, eigara og onnur. 

Les meira
Atferðarvenjing

Atferðarvenjing

Kundi tú hugsa tær at gingið til hundavenjing, men riggar tað ikki, tí hundurin hjá tær ikki dámar aðrar hundar ?

Les meira
Rally

Rally lýdni

Rally lýdni er hundaítróttur, har hundur og eigari skulu ganga ein bana, ið er uppbygdur av ymiskum boðskeltum

Les meira
Hoopers

Hoopers

Endamálið við Hoopers er, at tú lærir hundin at renna gjøgnum bogar (hoops)

Les meira
Agility

Agility

Kom og lær hundin at leypa upp um forðingar, ganga á bummi, renna gjøgnum tunnlar, renna slalom og nógv annað stuttligt.

Les meira
Lýdni

Lýdni fyri arbeiðshundasløgini

Lýdni venjing er hundaítróttur, har hundur og førari skulu gjøgnumføra nakrar fastlagdar venjingar

Les meira
Spor

Spor venjing

Endamálið við spor venjing er, at læra hundin at fylgja slóðini hjá einum menniskja

Les meira
Nose Work

Nose Work

Nose Work er hundaítróttur, har vit læra hundin, at finna ávísar luktir

Les meira

Atferðarráðgeving

Hevur tú trupulleikar við hundinum, so kunnu vit kanska hjálpa tær. 

Vit eru so heppin, at hava venjara, sum hevur útbúgvi seg sum hundaatferðar ráðgevi.

Øll  ráðgeving umvegis teldupost og/ella telefon ókeypis.

Kann trupulleikin ikki loysast á hendan hátt, so ber til at fáa heimavitjan av ráðgeva. Tá betalir hundaeigarin eina upphædd, umframt ferðaútreiðslurnar hjá ráðgevanum.

Set teg í samband við okkum umvegis teldupost [email protected]

 

Um tað eru nógvir fyrispurningar um ráðgeving, kann bíðitíð verða . Alt arbeiði  sum okkara ráðgevar gera vegna Føroya Hundaførarafelag er sjálvboðið, og verður gjørt í teirra frítíð.

Vert at vita

Viðgerð fyri orm

Viðgerð fyri orm

Hvølpar skulu viðgerast fyri orm 2-4 ferðir um árið. Vaksnir hundar 1-2 ferðir um árið

Les meira
Koppseting

Koppseting

Hundar skulu koppsetast 3. hvørt ár. 

Les meira
Hundalógin

Hundalógin

Løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar, sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020

Les meira
Djóralæknar

Djóralæknar

Tvær djóralæknaklinikkir eru í Føroyum.

Djóralækni er altíð á vakt. Hevur tú bráfangis tørv á djóralækna, so ring til djóralæknan tú vanliga brúkar, so verður tú vístur til vakthavandi. 

Les meira
Hundarøkt

Hundarøkt

Tað eru fleiri, ið bjóða hundarøkt. Her sær tú onkran teirra, og hvørjar førleikar tey hava, at bjóða hesa tænastu

Les meira
Innflutningur og ferðing við hundi

Innflutningur og ferðing við hundi

Skal tú innflyta hund, ella ætlar tú at hava hundin við at ferðast, so er nógv at minnast til. 

Einans tey, ið hava fastan bústað í Føroyum kunnu innflyta hund. Ikki ber til, at hava hundin við sær til Føroyar at ferðast.

Les meira

Samband við okkum ?

Hevur tú einhvønn spurning um hundar, so send okkum eini boð.

This site is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.

Kom og trena hund

Tað er bæði stuttligt og mennandi